Føroya Politi er gjørt varugt við, at myndir av vanlukkustaðnum eftir ferðsluvanlukkuna í Klaksvík seinnapartin í gjár eru í umferð á netinum.
Løgreglan heitir tí á øll, sum hava fingið ella goymt myndirnar, um at strika tær og ikki deila tær víðari.
Samstundis verður heitt á foreldur um at tosa við børn og ung um myndirnar og týdningin av at strika tær.
– Við atliti til tey avvarðandi eiga tílíkar myndir ongantíð at verða deildar, sigur Føroya Politi í áheitanini.
Løgreglan heitir sostatt á fólk um at vísa fyrilit fyri teimum avvarðandi og lata vera við at deila myndir frá vanlukkustaðnum.