Ongi úrslit

Løgreglan leitar eftir bili sum hevur fingið skaða

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Beint eftir náttúrða í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá einum óhappi.

Óhappið var hent á Varðagøtu. Har hevði makin hjá viðkomandi koyrt, men var komin at koyra á ein bil, sum stóð parkeraður.

Bilførarin bleiv púra fyri ongum av óhappinum og tí ansaði hann ikki eftir hvat tað var fyri bilur, sum var ákoyrdur.

Tí ringdi makin at boða frá óhappinum, tí skuldi nakar havt ringt til løgregluna at boða frá, at bilurin hevði fingið skaða á Varðagøtu, vitstu tey, hvør tað var, sum hevði skyldina.

Løgreglan sigur, at tey fóru á Varðagøtu at hyggja, men har var eingin bilur við skaða.

Og nú í morgun hevur eingin ringt heldur at boða frá skaða. Tí leitar løgreglan nú eftir einum bili, sum hevur staðið parkeraður á Varðagøtu, og sum hevur fingið skaða.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

15 tímar síðan

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10