Ongi úrslit

Løgtingið játtar 26 milliónir krónur eyka: Skúlar, sjúkrahús og fiskiveiðieftirlit fáa meira

Nýggj eykajáttanarlóg hækkar játtanirnar við 26,1 milliónum krónum. Samstundis verða játtanirnar til fyritíðarpensjón og gransking skerdar.

© Undirvísingarstýrið.
Nýggja eykajáttanarlógin hækkar nettojáttanirnar við 26,1 milliónum krónum. Fólkaskúlin fær 7,2 milliónir krónur afturat, og samstundis fáa sjúkrahús og fiskiveiðieftirlit eisini meira pengar.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Løgtingið hevur samtykt eina eykajáttanarlóg, sum hækkar nettojáttanirnar á fíggjarlógini fyri 2026 við tilsamans 26,1 milliónum krónum.

Lógin varð staðfest 18. november og kunngjørd 20. november.

Størstu broytingarnar eru á skúla-, fíggjar-, fiskivinnu- og heilsuøkinum.

Fólkaskúlin fær 7,2 milliónir krónur afturat, meðan játtanin til rentustuðul verður hækkað við 10,8 milliónum krónum. Samstundis verða inntøkurnar í sambandi við rentustuðulin mettar at hækka við 4,8 milliónum krónum.

Fleiri milliónir til fiskivinnu og skipasmíð

Fiskiveiðieftirlitið VØRN fær tríggjar milliónir krónur afturat, meðan Havstovan fær 300.000 krónur.

Hinvegin verður játtanin til fiskivinnuroyndir skerd við 600.000 krónum.

Eisini verður játtanin til endurgjald fyri skipasmíð hækkað við fýra milliónum krónum.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið fær harumframt 975.000 krónur afturat til raksturin.

Meira til sjúkrahúsini – minni til fyritíðarpensjón

Sjúkrahúsini fáa eisini fleiri pengar. Landssjúkrahúsið fær 2,6 milliónir krónur afturat, Klaksvíkar sjúkrahús 608.000 krónur og Suðuroyar sjúkrahús 567.000 krónur.

Harumframt verða fýra milliónir krónur játtaðar afturat til sjúklingatrygging.

Á almannaøkinum verður játtanin til fólkapensjón hækkað við fimm milliónum krónum, meðan játtanin til fyritíðarpensjón verður skerd við 9,9 milliónum krónum.

Samstundis verður játtanin til altjóða granskingar- og menningarsamstarv lækkað við 3,5 milliónum krónum.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

Í gjár kl. 12:43

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Tað er eitt felag Gunnar ikki ætlar sær at umboða

15. november kl. 23:55