Ongi úrslit

Løgtingskvinna spyr um bara Rúsan skal sleppa at selja tubbakk og snús

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Er tíðin ikki komin har til, at tað bara verður Rúsan, sum skal sleppa at selja tubbakk og snús. Tað er spurningurin, Fía Selma Nielsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, nú vil hava landsstýrismannin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, at svara upp á.

Hon vil hava hann at greiða frá um hann hevur nakra ætlan um, at bara Rúsan skal sleppa at selja vørur, ið hava 18 ára aldursmark.

Hon staðfestir, at hesi seinastu árini hevur nógv verið frammi um heilsuvandarnar við at roykja og snúsa. Samstundis hugsa nógv fólk um at vit skulu liva sunnari.

Hon sipar eisini til samgonguskjalið har tað stendur, at »heilsupolitikkurin skal stuðla undir, at vit halda okkum frísk og fyribyrgja sjúku, so leingi sum gjørligt. Dentur skal leggjast á fyribyrging og heilsufremjan.«

Selma Fía Nielsen staðfestir somuleiðis, at seinastu árini eru drekkivanarnir broyttir, tí gongdin hevur verið tann, at sølan av sterkum rúsdrekka er tálmað og ístaðin eru vit farin at drekka vín og øl, sum eru veikari.

Hon sigur, at almennu Føroyar vita, at tað er sjúkuelvandi, og kostar heilsuverkinum nógv, at fólk roykja og snúsa.

Tí er spurningurin, um tíðin ikki er komin til, at vit, á sama hátt sum við rúsdrekka, kunnu brúka einkarsøluna til vørur, ið krevja at mann skal vera 18 ár fyri at keypa hana, sigur Fía Selma Nielsen.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31