Ongi úrslit

Løgtingskvinna vil hava reglur fyri, hvør fær pengar - og hvør ikki fær

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Vit eiga at fáa greiðar reglur fyri, hvørju mentanartiltøk skulu fáa stuðul á fíggjarlógini, og hvør skal ikki.

Tað heldur Sunnvá Dahl Høgfeldt, tingkvinna fyri Sambandsflokkin.

Hon vísir hvønn týdning mentan hevur, men hon sigur, at tað er rættiliga tilvildarligt, hvør fær stuðul og hvør ikki fær.

Hon nevnir leiklistina sum dømi tí umframt Tjóðpallin, eru tað tríggir leikbólkar sum fáa stuðul- Tað eru Tvazz, Leikhús Skift og Teatur Grugg sum fáa 400.000 krónur í part

Men ein fjórði leikbólkur, Det Ferösche Compagnie, ofta stytt DFC, fær ikki eina krónu, men verður hildin uttan fyri.

Og innan tónleik fáa symfoniorkestrið, Aldubáran og Tórshavnar Big Band fáa stuðul, men onnur, sum eisini fáast við tónleik fáa einki.

Hon legði dent á, at hon var ikki úti eftir, at tey, sum fáa stuðul, skulu missa hann, men hon heldur, at tað er rættiliga tilvildarligt, hvør fær stuðul.

Hvussu avgerða vit, hvør skal hava stuðul, ella ikki, spurdi hon. Sjálv hevur hon eitt uppskot og tað er, at ein pulja verður settur av til mentanarlig tiltøk og so kann ein óheft nevnd gera av, hvør skal fáa stuðul. Hon sigur upp á hendan mátan er veldst stuðulin ikki um, hvør situr í Løgtinginum, ella hvør er landsstýrismaður á økinum-

Eitt dømi er stuðulin til filmslist, har tað nú er ein nevnd, sum lutar stuðulin út, púra óheft av politisku skipanini.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27