Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá samgonguni um at gera bensin og diesel mvg frítt til 31. juli.
Men hetta er eitt uppskot, andstøðan ikki tekur undir við, tí tey halda, at stuðulin eigur at verða markaður til tey, sum hava brúk fyri tí og ikki við at strika mvg, tí so fáa øll stuðul - eisini tey, sum ikki hava brúk fyri tí.
Vit hava eina skipan við orkustuðuli til tey, sum eru ringast fyri fíggjarliga og hann er upp á 5.000 krónur um árið.
Men tey í Sjálvstýri, Tjóðveldi og Framsókn halda, at hann skal hækkast upp í 12.000 krónur og samstundis skuldi markið fyri, hvør kann fáa orkuískoytið, hækkast, so at fleiri kunni fáa stuðul.
Fyri at eisini tey, sum koyra til og frá arbeiði skulu fáa ein lætta, vilja Sjálvstýri, Tjóðveldi og Framsokn, eisini hækka ferðastuðulin, so at bilførarar fáa 1.100 krónur meiri í ferðastuðuli. Tilsamans høvdu hesi bæði uppskotini kostað landskassanum níggju milliónir, sigur Sámal Petur í Grund, tingmaður fyri Sjálvstýri.
Tey siga, at við hesum mátanum, fáa tey stuðul, sum eru ringast fyri, og hava brúk fyri tí, og ikki øll hini eisini.
Freistin fyri at leggja uppskot fyri Løgtingið áðrenn summerferiuna, er farin. Tað merkir, at skulu uppskot leggjast fyri Løgtingið nú, krevst, at minst 17 tinglimir skriva undir upp á, at tey kunnu leggjast fram.
Men Sjálvstýri, Tjóðveldi og Framsókn, hava bara níggju tinglimir, so tey mangla átta undirskriftir fyri at kunna leggja uppskotið fyri Løgtingið.
Men tær undirskriftirnar fáa tey ikki. Tinglimir í samgonguni, og tinglimir í Miðflokkinum, vísa á, at Sjálvstýri, Tjóðveldi og Framsókn vildu ikki skriva undir upp á, at leggja eitt uppskot frá Miðflokkinum fyri Løgtingið um at skipanin við fríaru fosturtøku, sum kemur í gildi 1. juli, skal útsetast, so at Løgtingið kann taka støðu til málið eina ferð afturat í heyst.
Og tí vilja tey heldur ikki skriva undir upp á, at uppskotini um at hækka orkuískoytið og ferðastuðulin, verður lagt fram - og sostatt fær Løgtingið heldur ikki høvið til at viðgera tey.