Ongi úrslit

Løgtingsmaður krevur svar um Tjørnuvíkartunnilin: Nær verður fyrsta skotið latið av?

Tjørnuvíkingar bíða framvegis eftir tunlinum. Nú vil Haraldur Símunarson Hammer hava greitt svar um, nær arbeiðið byrjar – og nær fyrsta skotið verður latið av.

© Kortal.
Tjørnuvíkingar bíða framvegis eftir einum tryggari vegi út í heim. Nú verður aftur trýst á fyri at fáa svar: Nær verður fyrsta skotið latið av í Tjørnuvíkartunlinum?
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Haraldur Símunarson Hammer, løgtingsmaður, vil hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at seta ítøkiliga tíð á Tjørnuvíkartunnilin.

Í einum skrivligum fyrispurningi spyr hann beinleiðis, nær arbeiðið verður sett í gongd, og nær tjørnuvíkingar kunnu vænta, at fyrsta skotið verður latið av.

Kallar tunnilin eina lívæðr

Í viðmerkingunum vísir Haraldur Símunarson Hammer á, at farleiðin til Tjørnuvíkar framvegis er ein stór avbjóðing.

Hann heldur, at kjakið um tunnilin ikki bara eigur at snúgva seg um asfalt, betong, metrar og milliónir.

– Fyri tey, sum búgva har, er hann lívæðrin til restina av samfelagnum, stendur í fyrispurninginum.

Løgtingsmaðurin vísir eisini á, at fólk í Tjørnuvík gjalda skatt eins og øll onnur og eiga at merkja, at samfelagið raðfestir bæði trygdina og gerandisdagin hjá teimum.

Ferðafólk økja um trýstið

Nógv ferðafólk vitja í dag Tjørnuvík, og sambært fyrispurninginum hevur tað eisini avleiðingar fyri ferðsluna.

Ferðafólk koyra á vegnum uttan at kenna hann. Samstundis møtast bussar og persónbilar, meðan tey lokalu skulu ferðast aftur og fram í sínum vanliga gerandisdegi.

Tí er Tjørnuvíkartunnilin eisini ein spurningur um ferðslutrygd, heldur Haraldur Símunarson Hammer.

Fyrispurningurin varð settur á Løgtingi 29. september 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

12 tímar síðan