Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, fimm skrivligar spurningar um arbeiðið við Barnalógini.
Hann vil hava greiðu á, hvussu langt arbeiðið er komið, hvat enn manglar, og nær landsstýrismaðurin væntar at leggja lógaruppskotið fyri Løgtingið.
Barnalógin er partur av stóru Barnaverkætlanini, sum varð sett í gongd í undanfarna samgonguskeiði. Uppskotið varð sent til almenna hoyring í januar 2026.
Kommunurnar og fíggingin undir sjóneykuni
Djóni Nolsøe Joensen spyr eisini, hvussu Kommunufelagið og kommunurnar verða tikin við í arbeiðið eftir hoyringina.
Hann vil harumframt vita, hvussu nýggja Barna- og familjueindin skal skipast og fíggjast, og hvussu tryggjað verður, at kommunur, stovnar og myndugleikar hava neyðugu førleikarnar og tilfeingið til at seta lógina í verk.
Børnini vilja hava hjálp, áðrenn tað er ov seint
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Djóni Nolsøe Joensen á, at børn og ung vórðu tikin við upp á ráð í arbeiðinum við lógaruppskotinum.
Boðskapurin frá teimum var greiður:
– Hjálpið okkum og foreldrum okkara, áðrenn tað er ov seint.
Uppskotið, sum varð sent til hoyringar, legði upp til eina felags ætlan, sum allir viðkomandi partar skuldu arbeiða eftir, tá ið børnum tørvaði hjálp frá fleiri stovnum ella myndugleikum.
Ein netverkssamskipari skuldi samskipa hjálpina, meðan Barna- og familjueindin skuldi veita ráðgeving og stuðla samskipanini.
Endamálið var at gera tað lættari hjá børnum, ungum og foreldrum at fáa hjálp frá myndugleikunum.