Heldur løgmaður, at tað er í lagi, at danska verjan nýtir føroyska flaggið, Merkið, til at umboða danskt hernaðarvald. Tað vil Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, hava løgmann at svara upp á.
Beinur Johannesen, løgmaður, skal eisini greiða frá um tað er í samsvari við flagglógina, at danska verjan nýtir Merkið á sínum hernaðarbúnum?
Og Bjarni Kárason Petesen spyr eisini løgmann um landsstýrið varð kunnað, tá ið danska verjan tók avgerð um at nýta Merkið á sínum hernaðarbúnum - og um løgmaður yvirhøvur heldur at tað ílagi.
Bjarni Kárason Petersen sigur, at hesi seinastu árini eru danskar herdeildir, eitt nú Arktisk Kommando, farnar at nýta tað føroyska flaggið, Merkið, til at prýða sínar hernaðarbúnar, saman við danska flagginum, Dannebrog, og Grønlendska flagginum, Erfalasorput.
Hinvegin vísir hann á, at í Fámjinsskjalinum er ásett, at í uttanríkispolitiskum og trygdarpolitiskum spurningum, ið hava týdning fyri Føroyar, skulu Føroyar takast við upp á ráð og hava ávirkan.
– Tað er týdningarmikið, at landsstýrið og Løgtingið verða kunnað og tikin við upp á ráð í øllum trygdarpolitiskum málum, ið viðvíkja Føroyum, sigur Bjarni Kárason Petersen.
– At danska verjan nýtir Merkið til at prýða sínar hernaðarbúnar, er ein grundleggjandi spurningur, sum ikki hevur verið viðgjørdur í politisku skipanini, leggur hann afturat.