Økið á Lygnesi verður nú boðið út av nýggjum. Samstundis er ætlanin at broyta byggisamtyktina, so møguleiki verður fyri fleiri sjálvstøðugum bústaðareindum á økinum.
Fleiri royndir bóru ikki á mál
Økið varð fyrstu ferð boðið út í 2021 til raðhúsa- og íbúðarbygging. Samráðingarnar bóru ikki á mál, og tá økið varð boðið út aftur í 2022, kom einki tilboð.
Seinni varð roynt at leggja ætlanina um til sethúsabygging, men kostnaðurin á grundstykkjunum gjørdist ov høgur. Í 2025 kom eitt tilboð, men tað varð tikið aftur, tí mett varð, at málsviðgerðin fór at taka ov langa tíð.
Freistin verður stytt
Ætlanin er at broyta byggisamtyktina úr A1 í A4. Tað gevur møguleika fyri sethúsakendari bygging við fleiri sjálvstøðugum bústaðareindum. Innlatingarfreistin verður stytt niður í 2–4 vikur.
Tórshavnar býráð samtykti málið 17. september.