Ongi úrslit

Mæla til broytingar: Fýra almennar nevndir gera tað saman

Myndina tók Ingi Sørensen
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað er eingin grund til at hava fýra almennar nevndir, og fýra almenn feløg, sum gera tað sama. Tað halda tey í nýskipanarnevndini hjá landsstýrinum. Og tí er tað eitt tilmæli hjá teimum at leggja tey fýra tunnlsfeløgini, sum vara av undirsjóvartunlunum, saman í eitt felag.

Sostatt verður mælt til at leggja P/F Tunnil, P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin og P/F Eystur- og Sandoyartunlar saman í eitt felag við felags nevnd, leiðslu og fyrisiting.

– Feløgini hava sama eigara, røkja somu uppgávu og, sum heild hava tey eisini somu áhugamál, sigur nýskipanarnevndin.

Tí verður ikki mett, at tað er nøkur saklig orsøk til at varðveita fýra sjálvstøðug feløg við hvør sínari nevnd, roknskapi og fyrisitingarligum skyldum.

– At feløgini hava stovnað eitt felags innkrevjingarfelag, undirstrikar tørvin á einari einfaldari felagsskipan, sigur nevndin.

Tey halda, at ein samanlegging fer at geva greiðari ábyrgdarbýti, færri fyrisitingarlig lið og betri møguleikar fyri at samskipa rakstur, viðlíkahald og innkeyp.

Samstundis kunnu útreiðslur til nevndararbeiði, grannskoðan, roknskaparhald og aðra fyrisiting minkast.

Tí mæla tey til, at sama nevnd verður vald í øllum fýra tunnilsfeløgunum á aðalfundunum í næsta ár og at feløgini verða endaliga løgd saman 1. januar 2028.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

15 tímar síðan

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10