Ongi úrslit

Makrel-kreppa: Norskur útflutningur á lægsta støði í 13 ár

Norskur makrelútflutningur fall 25 prosent í mai og er nú á lægsta stigi í 13 ár - hóast stóran eftirspurning úr serstakliga USA.

Edmund Jacobsen
5. juni kl. 10:30

Norskur makrelútflutningur fór í mai niður á lægsta støði í 13 ár. 

Útflutt vórðu einans 4.306 tons, sum eru 25 prosent minni enn sama mánað í fjør. Kortini vaks útflutningsvirðið við 12 prosentum til 231 milliónir norskar krónur - svarandi til umleið 145 milliónir danskar krónur.

Minni makrelur á marknaðinum

Sambært Norges Sjømatråd skulu vit heilt aftur til 2013 fyri at finna ein mai mánað við lægri útflutningsnøgd. Norges Sjømatråd heldur, at gongdin vísir vaksandi trýst á makrelveitingarnar, hóast marknaðirnir framvegis keypa nógv.

Jan Eirik Johnsen, sum hevur ábyrgd av uppisjóvarfiski hjá Norges Sjømatråd, sigur, at útflutningurin helt fram at minka í mai. Hann vísir eisini á, at styrkta norska krónan hevur gjørt makrelin dýrari hjá útlendskum keyparum.

USA gongur móti rákinum

Meðan samlaði útflutningurin fellur, so er áhugin í USA vaksandi. USA var størsti marknaðurin fyri frystan heilan makrel í mai og er higartil í ár næststørsti marknaðurin fyri norskan makrel aftan á Suðurkorea.

Orsøkin er sambært Norges Sjømatråd, at amerikanski marknaðurin eftirspyr størri makrel, sum nú er meira tøkur. 

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15