Ongi úrslit

Málið styrkir um sjálvsálitið

Adrian Justinussen skoraði fyri fyrstu ferð í superliguni, tá ið AC Horsens legði fyri við javnleiki á heimavølli ímóti FCN

Jonhard Hammer
4 tímar síðan

Tað endaði 1-1, tá ið AC Horsens í kvøld fór undir nýtt kapitul í superliguni. Eftir trý ár í næstbestu deildini flutti AC Horsens undan summarfrítíðini upp aftur í bestu deildini.

Í fjør vann FCN bronsukrónur í superliguni, og gestirnir løgdu bragdligari fyri í Horsens. Men heimaliðið svaraði undan steðginum aftur og javnaði til 1-1. Málskjútti var føroyski landsliðsspælarin Adrian Justinussen, sum týsdagin í síðstu viku fylti 28 ár. Hann var púra ivaleysur, tá ið hann við brotssparki sendi bóltin upp í nettakið.

Hetta var fyrsti dystur hjá Adriani í superliguni, og harvið var tað eisini fyrstu ferð, at hann var málskjútti í superliguni, og sambært Adriani hevði tað stóran týdning fyri hann at vera málskjútti:

-Tað er líka mikið, hvør tað er, sum skorar. Tað snýr seg um, at vit skora mál og vinna stig og sigrar.

Men tá ið tú ert álopsspælari, so kennist tað gott og styrkir um sjálvsálitið, tá ið tað eydnast at skora mál, sigur Adrian Justinussen í samrøðu við viaplay.dk.

Næsti dystur hjá AC Horsens og Adriani Justinussen, sum í kvøld var fremsti maður, verur sunnudagin, tá ið AC Horsens fer at spæla á útivølli móti FCM, ið verður roknað millum mest uppløgdu DM favorittarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Leirvíkstunnilin stongdur

22. juli kl. 14:43