Ongi úrslit

Málið um ósømiliga løgreglumannin er endað í Danmark

Den Uafhængige Politiklagemyndighed hevur nú tikið málið upp um løgreglumannin, ið nýtti løgregluembætið til at koma í samband við ungar kvinnur

Steinar Patursson
16. desember 2022 kl. 17:30

Dimmalætting kann nú vátta, at málið um løgreglumannin, sum hevði misnýtt embætið til at koma í samband við ungar kvinnur, er endað á borðinum hjá Den Uafhængige Politiklagemyndighed.

Í blaðnum hesa vikuna ger Michael Boolsen, fúti, greitt, at hann fær ikki sagt nógv um málið, og at hann fær heldur ikki sagt, um málið er farið víðari til Den Uafhængige Politiklagemyndighed.

Men gjáramorgunin fekk Dimmalætting eina uppringing frá Den Uafhængige Politiklagemyndighed, sum fregnaðist eftir at vita, um Dimmalætting hevði fingið nakrar áheitanir frá fólki, sum løgreglumaðurin hevði sett seg í samband við.

Dimmalætting hevur sjálvandi ikki upplýst keldurnar fyri Den Uafhængige Politiklagemyndighed, ella nøkrum øðrum, men staðfestast kann, at málið liggur á einum skriviborði hjá danska løgregluklagumyndugleikanum.

Sambært heimasíðuni hjá Den Uafhængige Politiklagemyndighed skulu avgerðir í klagumálum takast innan rímiliga tíð.

Er eingin avgerð tikin innan seks mánaðir, hava klagari og klagaða løgreglufólki rætt til at fáa at vita, hvar málið liggur, og nær avgerð er væntað.

Er framvegis eingin avgerð tikin innan eitt ár, skal ein skrivlig frásøgn sendast fráboðara og øðrum íblandaðum pørtum.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

15 tímar síðan

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

Í gjár kl. 09:09