Ongi úrslit

Mammuskepilsið vann í Nuuk

Stuttfilmurin Mammuskepilsið eftir Mariu Tórgarð hevur vunnið heiðurin sum besti stuttfilmur á Nuuk International Film Festival.

Tíðindaskriv
1 tími síðan

Føroyski stuttfilmurin Mammuskepilsið hevur aftur fingið altjóða viðurkenning. Hesaferð á Nuuk International Film Festival, har filmurin varð kosin besti stuttfilmur.

Tað er Maria Tórgarð, sum hevur gjørt Mammuskepilsið, ið frammanundan hevur vunnið bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Filmurin hevur eisini verið sýndur á fleiri altjóða filmsfestivalum.

Maria Tórgarð er í løtuni í Malmö, har hon luttekur á Nordisk Panorama. Har skal hon leggja nýggju filmsverkætlan sína, Knútar, fram fyri altjóða filmsfólkum.

Boðini um sigurin í Nuuk fekk Maria, meðan hon var í Malmö.

Við sigrinum í Nuuk hevur Mammuskepilsið sostatt fingið enn eina altjóða viðurkenning.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

Í gjár kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

5 tímar síðan

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11