Manchester City er funnið skyldigt í 114 av teimum 115 brotunum, sum Premier League hevði reist móti felagnum. Ein óheft nevnd hevur staðfest álvarslig brot á fíggjarligu reglurnar yvir níggju kappingarár. Tað skrivar Manchester Evening News.
Nevndin sigur millum annað, at City hevði proforma- og villleiðandi avtalur við stuðlar, sum skuldu fáa inntøkurnar at síggja størri og útreiðslurnar minni út.
Sambært niðurstøðuni snýr tað seg um meira enn 900 milliónir pund – umleið 7,87 milliardir DKK – í tíðarskeiðnum. Nevndin sigur eisini, at felagið lat skeivar roknskapir inn og duldi veruligu fíggjarstøðuna fyri grannskoðarum og fótbóltsmyndugleikum.
Revsingin er ikki avgjørd
Enn er ikki greitt, hvør revsing Manchester City fær. Møguleikarnir, sum verða nevndir, eru bót, bann fyri spælarakeypum, stigafrádráttur og í ringasta føri niðurflyting ella útihýsing úr Premier League.
Premier League-stjórin Richard Masters sigur, at revsingin er ein av teimum týðandi spurningunum, sum enn eru eftir at avgera.
City noktar seg sekan
Manchester City góðtekur ikki niðurstøðuna. Felagið heldur fast um, at ongin lógarbrot eru framd, og sigur, at avgerðin inniheldur álvarsligar løgfrøðiligar og faktuellar villur.
Felagið hevur boðað frá, at tað fer at kæra. Freistin at lata kæruna inn er 2. oktober, og ein nýggj óheft trímannanevnd skal viðgera hana.