Kynsligur ágangur móti børnum hevur fingið nýggjar leiðir. Í dag kunnu fólk, sum vilja misnýta børn, fáa samband við tey gjøgnum telefonir, teldur og sosialar miðlar, uttan at foreldrini vita av tí.
Hetta var ein av álvarsomu ávaringunum frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, tá hon týsdagin setti KRIS-ráðstevnuna „Lokkarin í nýggjum klæðum“ í Norðurlandahúsinum.
– Í dag kemur lokkarin heilt inn í barnakamarið. Ikki gjøgnum hurðina, men gjøgnum telefonina, telduna ella skíggjan. Uttan at foreldrini ella onnur vaksin varnast nakað, segði hon.
Byrjar ofta við vinarligum boðum
Sambært landsstýriskvinnuni byrjar lokking á netinum ofta við, at ein vaksin vísir barninum áhuga, gevur tí viðurkenning og fær tað at kenna seg serligt.
Men tað, sum í fyrstani tykist vera eitt trygt samband, kann enda við trýsti, hóttanum og kynsligari misnýtslu.
– Ábyrgdin má ongantíð leggjast á barnið, undirstrikaði Margit Stórá.
Hon vísti á, at foreldur, lærarar, myndugleikar og onnur fakfólk mugu samstarva um at verja børnini.
Nýggj kanning um kynslig brotsverk
Á ráðstevnuni leggur KRIS fram eina nýggja landsumfevnandi kanning um kynslig brotsverk.
Eisini verður nýggja átakið „Skil samtykki“, sum Sig frá, Javnstøðuskrivstovan og Amnesty standa aftan fyri, umrøtt.
Landsstýriskvinnan legði dent á, at børn skulu kunna siga frá ágangi uttan at kenna skomm ella skuld.
– Men tøgnin verjir ikki børnini. Tvørturímóti ger hon tað truplari hjá teimum, sum hava verið fyri ágangi, at siga frá.