Vit vildu fegnir uppliva bæði Leu og teir í Marius, tí alt boðaði frá, at vit fóru at fáa eitt gott og gevandi kvøld.
Segði við abbasonin eftir konsertina, at onkuntíð følir ein seg væl og virðiliga mettaðan, tí vit hava áður upplivað slíka konsertir, sum geva einum nakað gott við heimaftur.
Nú nýggj útgáva er á veg, var tað eisini sera forkunnugt at hoyra onkri av stakløgunum, so vit kunnu vænta okkum eina góða og kanska øðrvísi útgávu.
Spæligleðin
Eg fekk fleiri ferður undir konsertini eina kenslu av gleðini at vilja framføra, tí ein kundi merkja, at her var nakað bólkurin vildi geva, sum komandi útgávan eisini ber boð um.
Lea Eyðbjørg
Áðrenn manningin í Marius trein á pallin, kom spennandi navnið Lea Eyðbjørg, sum eg ikki kendi, at hita upp.
Lea hevur ættabond til Føroya, so eg var rættiliga spentur at hoyra, hvat hon hevði at bjóða okkum.
Og eg kann heilsa og siga, at eg varð væl og virðiliga undirhildin, tí Lea hevur hesi evnini at fanga lurtararnar og so hevur eina frálíka og gevandi rødd.
Hon kemur út við einari útgávu í oktober, so tað verður spennandi at hoyra og fylgja henni frameftir.
Marius gjørdi tað
Tað var sum ein vón og bílegging, at teir løgdu út við ”Aftur til jørðina”, sum er millum eitt av teirra heilt stóru, tí her byrja teir við einum lægri tempo, sum fer upp hesa væl skipaðu ferðina, sum fer út í kendu solo´ina hjá Heðini, sum eg má siga er so gott og viðkomandi – FLOTT!
Eg var, sum sagt, sera spentur um okkurt av tí nýggja, so tá teir løgdu út við einum lag, sum teir ongantíð høvdu spælt fyrr, var spenningurin settur eitt stig upp.
Nú er so nýggja útgávan ikki komin enn, men eg eri rættiliga vísur í, at vit koma at hoyra okkurt í einum eitt sindur øðrvísi stíli, tí eg kundi merkja ein meira poppkendan ljóm, sum í øllum førum hóskar væl inn í ljóðmyndina hjá Marius.
Ljósshow
Tað var eisini stuttligt at síggja nýggju palluppsetingina, við einum sokallaðum ljósshowi, sum kortini hóskaði sera væl til tónleikaligu uppsetingina.
Enn ein frálík konsert við sera væl leikandi bólkinum, so tað er ikki bara tú Marius Ziska, sum fegnast um at vit møttu upp – VIT FINGU VALUTA FYRI HVØRT OYRA!
Fríðálvur A. Jensen