Ongi úrslit

Mátti steingja Sandoyartunnilin av stórum eldi á Gomlurætt

Áki Bertholdsen
15 minuttir síðan

Klokkan tvey í nátt varð ringt til løgregluna at siga frá, at eldur var í einum skúri, ella garasju, á Gomlurætt. Løgreglan sigur, at skúrurin stóð í ljósum loga og lotið lá inn ímóti Sandoyartunlinum og tí varð hann stongdur.

Klokkan 4.30, ella hálvan triðja tíma seinni, hevði sløkkiliðið fingið tamarhald á støðuni, men enn var so nógvur roykur, at tunnilin læt ikki upp aftur fyrr enn klokkan fimm og sostatt var hann stongdur í tríggjar tímar.

Men løgreglan sigur, at hesa tíðina er lítil ferðsla, so tað gjørdi ikki so illa fortreð fyri ferðsluna.

Sløkkiliðið er enn til staðar at sløkkja tað seinasta og at syrgja fyri, at eldurin ikki kyknar aftur. Løgreglan sigur, at nú fara tey at kanna skúrin fyri at vita um tey finna orsøkina til eldin.

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

Í gjár kl. 23:20

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

Í gjár kl. 09:40

Skuldsetur fyri at vísa seg fyri teimum í svimjihøllini

16. oktober kl. 08:18

Ætla at fara undir tunnilin seint næsta ár - ella tíðliga í 2028

16. oktober kl. 08:59

Løgmaður eftir sendingina um Leiv: Rúsevnismisnýtsla má ikki gerast eitt politiskt stríðsmál

16. oktober kl. 15:56