Vinnumálaráðið hevur gjørt tvey uppskot til kunngerðir. Annað ásetur markvirði fyri dálkandi evni í matvørum, meðan hitt ásetur markvirði fyri heilivágsleivdir í matvørum av djórauppruna.
Er eitt brot framt við vilja ella av grovum ósketni og hevur elvt til heilsuskaða, vanda fyri heilsuskaða ella fíggjarligan vinning, kann revsingin herðast til fongsul í upp í tvey ár.
Eisini fyritøkur kunnu revsast. Tá sekt verður ásett, skal millum annað takast atlit at umsetninginum hjá virkinum.
ES-markvirði skulu galda
Uppskotið um dálkandi evni ásetur, at øll matvøruframleiðsla skal halda markvirðini í ES-fyriskipan 2023/915, sum seinast varð broytt í september 2025.
Reglurnar fevna millum annað um kadmium, kyksilvur og arsen í fiski, kjøti, frukt, grønmeti, kornvørum og mati til pinkubørn og smábørn.
Endamálið er at verja fólkaheilsuna. Har vandi er fyri heilsuni, skulu markvirðini setast so lágt, sum rímiliga ber til.
Matvørur, sum fara upp um markvirðini, skulu hvørki marknaðarførast, brúkast sum tilfar í øðrum matvørum ella blandast við matvørur, sum halda markvirðini.
Heilivágsleivdir í matvørum
Hitt uppskotið ásetur, at matvørur av djórauppruna skulu halda markvirðini í ES-fyriskipan 37/2010, sum seinast varð broytt við einari fyriskipan frá juli 2026.
Fyriskipanin fevnir um farmakologiskt virkandi evni og ásetur markvirði fyri leivdir í eitt nú vødda, livur, nýrum og mjólk.
Tá nýggja kunngerðin um dálkandi evni kemur í gildi, fer kunngerðin frá 1. desember 2009 samstundis úr gildi. Nýggja kunngerðin skal galda frá degnum eftir, at hon er kunngjørd.