Í summar tosaði eg við fólk, sum høvdu ferðast í París. Tey greiddu frá einum býi, har hitin ikki bara var eitt sindur óbehagiligur, men so nógvur, at hann gjørdist ein veruligur trupulleiki. Tey høvdu millum annað hoyrt um lokalar barnakonur, sum leigaðu sær hotellkamar við klimaanleggi fyri yvirhøvur at halda hitan út.
París verður ofta sett í samband við hugna, kaffistovur og romantikk. Men hitin fær býin til at kennast sum ein sauna - og tú finnur ikki hurðina út.
Frásøgnin gjørdi stórt inntrykk á meg. Tá ið kvinnur, sum skulu eiga, noyðast inn á eitt hotell fyri at fáa køling, er hitin ikki longur bara eitt samrøðuevni. Tað, sum fyrr varð roknað sum nakrir heilt óvanliga heitir dagar, er í fleiri evropeiskum stórbýum við at gerast ein nýggjur veruleiki.
Veðurlagsbroytingarnar eru nevniliga ikki bara nakað, sum granskarar rokna við kanska fer at henda einaferð langt úti í framtíðini, tá ið vit øll eru farin. Tær henda nú.
Sambært evropeisku veðurlagstænastuni Copernicus Climate Change Service, ein Copernicus-tænasta hjá ES, ið veitir álítandi tøl og vitan um veðurlagið, er Arktis tað landaøkið í heiminum, sum hitnar skjótast. Tað gongur sjón fyri søgn, at havísurin hvørvur og landísurin í t.d. Grønlandi bráðnar við vaksandi ferð.
Men Evropa er ikki langt aftanfyri, og síðani 1980-árini er hitin í Evropa øktur meira enn tvær ferðir so skjótt sum aðra staðni í heiminum. Hitabylgjurnar gerast bæði vanligari, longri og harðari.
Tað er óivað gott fyri søluna av ísi og ventilatorum, men minni gott fyri fyri menniskju. Serliga gomul, sjúk og veik fólk tola hitan illa. Robert Koch-Instituttið metir, at nærum 9.800 hitatengd andlát vóru í Týsklandi fram til og við viku 29 í 2026 - ikki serliga hugaligt.
Trý stig - tað ljóðar ikki av nógvum
Í summar havi eg sett meg eitt sindur inn í tað, sum týski klimagranskarin Hans Joachim Schellnhuber vísir á. Hann stóð í mong ár á odda fyri viðurkenda Potsdam-stovninum fyri veðurlagsgransking.
Í einari samrøðu við eysturríksku tíðindasendingina ZIB2 í desember 2023 lýsti hann støðuna við orðum, sum illa kunnu misskiljast:
„3 Grad Erderwärmung wäre das Ende der menschlichen Zivilisation.“
Við øðrum orðum kann ein upphiting á trý stig, sambært Schellnhuber, merkja endan á menniskjaligu siðmentanini, soleiðis sum vit kenna hana.
Tað ljóðar kanska eitt sindur ógvusligt. Og trý stig ljóða í sjálvum sær ikki av so nógvum. Í Føroyum kann hitin broytast meira enn tað, tað lítlu løtuna tú brúkar at bera ruskposan út í ruskspannina. Men her er ikki talan um veðrið ein einstakan dag. Talan er um, at miðalhitin á allari jørðini hækkar trý stig.
Á landi, í stórbýum og meðan hitabylgjur leika á kann hækkingin vera nógv størri.
Paríssáttmálin setti sum mál, at upphitingin helst skuldi avmarkast til 1,5 stig. Langtíðarmiðaltalið liggur nú um 1,4 stig oman fyri støðið undan ídnaðarkollveltingini. ST-umhvørvisstovnurin UNEP metir, at varandi upphitingin fer upp um 1,5 stig í 2030-árunum. Við politikkinum, sum londini reka í dag, stevnir heimurin móti umleið 2,8 stigum í 2100.
Vit kunnu siga, at um ætlanin er at raka tey trý stigini, so tað gongur rætta vegin.
Skemt til síðis.
Orsøkin er ikki, at vit mangla vitan. Heldur ikki mangla vit frágreiðingar, veðurlagsfundir, røður, semjur og vakrar myndir av politikarum, sum taka í hondina hvør á øðrum. Tað, sum manglar, er, at heimsins valdshavarar gera skjótt av fyri at minka útlátið av vakstrarhúsgassum.
Jú meira hitin hækkar, tess størri verður eisini vandin fyri, at vit fara um vendipunktið í veðurlagsskipanini. Tá kunnu broytingar verða settar í gongd, sum styrkja seg sjálvar og verða sera torførar at steðga.
Veðurlagsskipanin hevur tíverri ongan knapp, har tað stendur „angra“.
Fólkini hvørva ikki
Schellnhuber vísir á, at við trimum stigum kunnu stór øki í tropunum gerast so heit, at fólk uttan klimaanlegg ikki kunnu vera úti meira enn nakrar fáar tímar í senn. Millum tvær og tríggjar milliardir menniskju kunnu missa møguleikan at liva, har tey búgva í dag.
Hetta kann henda longu í hesi øldini. Tað hendir ikki alt í einum, men stigvíst. Gongdin er longu byrjað og fer at merkjast meira, sum árini líða.
Og fólkini, sum ikki longur kunnu liva, har tey hava livað, hvørva ikki. Tey loysa seg ikki upp í hitanum. Tey verða noydd at flyta.
Vit síggja longu, hvussu stórt politiskt og sosialt órógv kann standast av, at nakrar milliónir menniskju flýggja undan kríggi, hungri og ótryggleika. Tað er torført at ímynda sær avleiðingarnar, um hundraðtals milliónir – ella milliardir – noyðast at leita sær eftir einum nýggjum staði at liva.
Tað er hetta órógvið, sum Schellnhuber ávarar um, at siðmentanin, sum vit kenna hana, neyvan fer at megna.
Endiliga høvdu politikararnir fatað tað - helt eg
Tá ið løgtingsformaðurin, Jóhan Dahl, herfyri skrivaði greinina „Orkuskiftið má fremjast – við fyriliti fyri náttúruni“, hugsaði eg:
Endiliga! Nú hava okkara politikarar fatað tað.
Jóhan skrivaði millum annað:
„Størsta hóttanin móti føroysku náttúruni er ikki ein vindmylla á einum fjallaryggi – tað er veðurlagsbroytingin, sum vit sjálvi geva okkara íkast til, hvørja ferð vit brenna olju, sum vit kundu sloppið undan at brent.“
Greið og skilagoð tala og ikki minst rætt talað.
Men áðrenn eg náddi at seta kaffið frá mær og gleðast ordiliga um hesa grønu opinberingina, kom næsti boðskapurin frá okkara kosnu politikarum í landsstýrinum:
Vit, Føroyar skulu fara at bora eftir olju – og helst skjótast gjørligt.
Føroyska loysnin tykist sostatt vera, at vit skulu gevast at brenna olju, sum vit kundu sloppið undan at brent – og samstundis finna meira olju, sum onnur so kunnu brenna.
Hetta meðan klimagranskarar um allan heim ávara um, at vit kunnu vera á veg ímóti einari vanlukku, um vit ikki fremja grøna orkuskiftið sum skjótast. Eisini vita vit, at brenning av koli, olju og gassi er høvuðsorsøkin til upphitingina.
Kortini tosa vit um at byggja eina nýggja føroyska vinnu á júst tí brennievni, sum hevur skapt trupulleikan.
Tað er eitt sindur sum at seta fleiri kranar frá, tí kjallarin stendur undir í vatni. Ella skulu vit siga: koyra bensin á bálið?
Spurningurin er tí ikki bara, um olja finst í føroysku undirgrundini, ella um vit kunnu vinna pening burtur úr henni.
Spurningurin er, um tað – við teirri vitan, vit hava í dag – er rætt at taka oljuna upp.
Ella um vit heldur skulu gera alt, vit kunnu, fyri veruliga at gagnnýta ta orkuna, sum longu er tøk í Føroyum: vind, sól, vatn og sjóvarfall.
Tórshavn, 12. august 2026
Jón Kragesteen, formaður í FNU
Keldur:
- Robert Koch-Institut: Wochenbericht zur hitzebedingten Mortalität, vika 29, 2026.
- Copernicus Climate Change Service: European State of the Climate 2025.
- UNEP: Emissions Gap Report 2025.
- ZIB2/ORF, 4. desember 2023: Samrøða við Hans Joachim Schellnhuber.