Ongi úrslit

Merkið á stong í Hvidovre

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Føroyska flaggið, Merkið, skal framyvir vera á stong hvønn dag uttan fyri Hvidovre Ráðhús. Tað upplýsir borgarstjórin í Hvidovre, Anders Wolf, í einum uppslagi á sosialum miðlum.

-Í dag drógu vit Merkið á stong uttan fyri Hvidovre Ráðhús. Her skal tað veittra hvønn dag saman við Dannebrog, Erfalasorput og ukrainska flagginum, skrivar borgarstjórin. [Ukrainska flaggið hevur ikki nakað navn,ritsj.]

Útmeldingin kemur í kjalarvørrinum av, at Hvidovre Kommuna hevur samtykt nýggjar reglur fyri flagging við ráðhúsið. Sambært kommununi verður framyvir flaggað hvønn dag við Dannebrog, Merkinum, grønlendska flagginum og ukrainska flagginum.

Avgerðin er tikin fyri at varpa ljós á tilknýtið hjá kommununi til ríkisfelagsskapin og samstundis vísa samkenslu og stuðul til Ukraina. Borgarstjórin sigur, at flaggingin skal síggjast sum eitt tekin um felagsskap og samhaldsfesti.

Dagliga flaggingin við Merkinum er sjáldsom í donskum kommunum og merkir, at Hvidovre verður ein av fáu kommununum í Danmark, har føroyska flaggið er fastur partur av dagligu flaggingini við ráðhúsið.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17