Ongi úrslit

Merkiliga friðarligt í nátt - bara ein fekk bót

Áki Bertholdsen
20. sepember kl. 09:19

Hóast tað var leygarkvøld í gjárkvøldið, ig nógv fólk var í býnum, sigur løgreglan at tað var merkiliga friðarligt.

Tað einasta, løgreglan var blandað upp í var, at nakrar ferðir máttu tey tosa full fólk til sættis, sum vóru komin eitt sindur til ilnar, og tey fóru so hvør til sítt, uttan at meiri hendi.

Tíðliga í morgun kom løgreglan fram á ein fullan mann, sum var farin til gongu ígjøgnum Leirvíkstunnilin á veg til hús, so hann varð tikin upp og settur av við úhurðina heima hjá sær sjálvum.

Ein maður fekk bót fyri at rætta løgreglufólkum longutong.  

 

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15

Leigunevndin: Útleigari má rinda alt depositumið aftur

5. november kl. 12:30