Ongi úrslit

Mette Frederiksen viðger styrkt evropeiskt verjusamstarv í París

Emmanuel Macron verður eisini vertur fyri einari statsmáltíð

© Antoine Gyori - Corbis/Getty Images
Mynd frá einari vitjan í Fraklandi í fjør
Jóhanna Højgaard
13. juli kl. 19:00

Danski forsætisráðharrin fer í dag og í morgin í París, at hitta fleiri evropeiskar stats- og stjórnarleiðarar í sambandi við fundin hjá samgonguni av teimum viljugum, sum franski forsetin Emmanuel Macron er vertur fyri.

Á fundinum verður millum annað tosað um stuðul til loftverjuna hjá Ukraina og víðari arbeiðið við trygdarábyrgdum fyri landið.

-Seinastu vikurnar eru vit aftur og aftur vaknað til tíðindi um ógvuslig russisk álop á ukrainskar býir, har missil og dronur raka sivil mál og drepa ósekar borgarar.

Tí mugu vit veita meiri hernaðarligan stuðul, so Ukraina kann verja seg móti russiska álopskrígnum, sigur Mette Frederiksen.

Hon leggur dent á, at evropeiska framleiðslan av verjutilfari eisini má økjast, so Ukraina fær neyðugu loft- og missilverjuna, og so Evropa kann styrkja sína verjuførleika.

Frederiksen skal eisini viðgera samstarvið um eitt styrkt ballistiskt missilverjukervi við sínum evropeisku starvsfeløgum.

Eftir fundin verður Emmanuel Macron vertur fyri einari statsmáltíð í forsetaborgini undan Bastille-degnum 14. juli.

Á franska tjóðdegnum fer danski statsministarin at vera til staðar til ta siðbundnu hernaðargonguna á Concorde-plássinum.

Evnið fyri ársins skrúðgongu er Strategiska vaking Evropas, og fara fleiri evropeisk lond at luttaka.

Danmark verður umboðað av Flogvápninum og Kongaligu Lívgarduni.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

Í gjár kl. 13:00

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11