Ongi úrslit

Miðbýurin í Havn verður bilfríur í desember og juli

Býráðið samtykti ætlanina við fyrru viðgerð á fundi í gjár

torshavn.fo
8 tímar síðan

Ætlanin er at gera gongugøtuna í miðbýnum bilfría tvær ferðir um árið við tí endamáli at skapa eitt meira livandi og hugnaligt øki til trivnað, samveru og virksemi.

Talan er um Niels Finsens gøtu frá Káta Horninum til og við Vaglið. Hóast gøtan verður stongd fyri almennari ferðslu, verður møguleiki fyri vørukoyring og hýruvognar fáa ávíst øki til sítt virksemi.

 

Pláss fyri hugnaligum løtum

Ætlanin er, at gongugøtan skal skifta ham alt eftir árstíðini. Í desember eru nógv tiltøk í miðbýnum, eitt nú afturvendandi tiltakið Jól í Miðbýnum, sum savna fólk, og endamálið er at skapa eitt øki, har fólk kunnu hittast og vera. Tí er ætlanin eisini, at skipast skal fyri tiltøkum í gongugøtuni í summar, meðan hon er stongd fyri vanligari ferðslu.

 

Ein líknandi roynd varð gjørd í 2022. Visit Tórshavn samskipaði tá tiltøk í Vágsbotni. Royndirnar vóru góðar og tað varð sera væl móttikið.

Verkætlanin eftirmetast, áðrenn støða verður tikin til, um bilfríir dagar í miðbýnum skulu halda fram.

 

Býráðið samtykti málið um bilfríar dagar í miðbýnum á fundi 17. September, og skal aftur viðgerast á næsta býráðsfundi. 

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

4 tímar síðan

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11