Donald Trump hevur skrivað undir eitt skjal við Iran. Skjalið hevur 14 punkt, sum partarnir nú skulu samráðast víðari um næstu 60 dagarnar.
Men sambært fleiri serfrøðingum er tað Iran, sum stendur eftir sum tann stóri vinnarin.
Iran-serfrøðingurin Rasmus Christian Elling, lektari á Københavns Universiteti, sigur, at hann varð skelkaður, tá ið hann sá innihaldið í skjalinum.
– Trump hevur ikki fingið eitt einasta av sínum upprunaligu málum uppfylt, sigur hann.
Sambært Rasmus Christian Elling, hevur USA hvørki fingið iranska stýrið frá valdinum, steðgað iransku rakettætlanini ella knúst kjarnorkuætlanina hjá landinum.
Tvørturímóti metir hann, at Iran nú stendur sterkari í samráðingunum enn við kjarnorkusemjuna frá 2015, sigur hann sambært DR.
Iran kann hava fingið søguligan sigur
Rasmus Christian Elling vísir á, at semjan leggur upp til, at amerikonsk revsitiltøk, sum eru bygd upp í áratíggju, nú eftir øllum at døma verða avtikin.
– Eg trúgvi ikki, at prestastýrið hevði ímyndað sær, at eitt skjal við amerikanskari undirskrift fór at koma, har USA gevst við revsitiltøkunum, sum eru bygd upp í áratíggju, sigur hann.
Hann ivast tó í, um øll sameindu londini hjá USA taka undir við semjuni, tí semjan eftir øllum at døma eisini er gjørd teirra vegna.
Trump kann fáa trupult við at selja semjuna
Verju- og trygdarkorrespondenturin Matias Seidelin metir, at Trump kann fáa trupult við at sannføra partar av sínum egna baklandi.
Hann vísir á, at nógv amerikansk veljarafólk á miðjuni hava valt Trump fyri at sleppa undan nýggjum kríggjum. Tey vilja heldur hava dent á inflatión og búskap. Samstundis eru uttanríkispolitisku harðlinjufólkini í Republikanska flokkinum sera ivasom um semjuna.
Elling heldur eisini, at gongdin kann fáa stórar avleiðingar í Miðeystri.
– Golfstatirnir hava tørv á øðrum enn USA, tí tað er vorðið greitt, at USA ikki hevur megnað at verja síni sameindu lond, sigur hann.