Ongi úrslit

Mikkjal er aftur í HB

Næstan 20 ár eftir, at hann fór úr barndómsfelagnum, er Mikkjal Thomassen settur sum høvuðsvenjari í HB, har hann verður næstu árini

Jóannes Hansen
6 tímar síðan

Søgurnar hava verið fleiri, og tað vísti seg aftur nú, at tað sjáldan rýkur av ongum brandi.

Í kvøld hevur HB lagt á facebook, at stórtíðindi eru á veg, og eingin ivi er um, at tíðindini eru, at Mikkjal K. Thomassen verður høvuðsvenjari í 2027, og at hann fer at standa á odda fyri besta liðnum næstu árini. Bolt.fo nevndi søguna, sum gekk bein at ganga á, tá ið Víkingur og KÍ spældu steypafinalu, og í kvøld ber portal.fo søguna, sum keldur í HB kjarnuni vátta.

Mikkjal K. Thomassen spældi í síni tíð við HB. Sambært FaroeSoccer var hann í HB fram til og við 1997, tá ið hann skifti til grannarnar í B36. Síðani spældi hann eisini við B68 og EB/Streymi, áðrenn hann varð venjari.

Í 1995 vandi hann kvinnuliðið hjá HB, frá 2009 til 2013 var hann øll árini undantikið 2010 venjari hjá B36, sum vann FM í 2011. Og frá 2015 og fram til 2022 var Mikkjal venjari í Klaksvík. Tað var í hesum árum, at KÍ kom fyri seg aftur og vann steypakappingina í 2016 og meiraraheitið í 2019, 2021 og 2022.

Eftir at hava roynt seg í Fredrikstad í Norra og AIK í bestu svensku deildini er 50 ára gamli Mikkjal aftur í Føroyum, og nú fer hann at standa á odda hjá HB. Sum tað hevur skilst á prátinum, so verður Lukasz Cieslewicz, sum síðani í summar hevur havt ábyrgdina av liðnum, ið av álvara er komið aftur á aldukambin, hjálparvenjari.

 

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11