Í hesum døgum viðgerð Løgtingið eitt uppskot frá Tjóðveldi og Sjálvstýri um at hækka ískoyti til fólk við lágum inntøkum fyri at hjálpa teimum at hita sær húsini og til heitt vatn.
Leysliga meta tey, at tað vera 400 - 500 húski, ið fara at fáa rætt til tað hækkaða orkuískoyti, so tey hava roknað seg fram til, at tað fer at kosta landskassanum 3,8 milliónir.
Í hesum sambandi hevur Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum spurt seg fyri hjá Almannaverkinum um, hvussu nógv húski í roynd og veru, fáa ískoyti til endamálið.
Tølini síggjast í talvuni niðan fyri.
Almannaverkið ger vart við, at »sýtanir« í talvuni omanfyri er til tey, sum hava søkt um orkuískoyti, men fingið noktandi svar.
Tey, sum ringja til Almannaverkið og fáa vegleiðing, men sum ikki at søkja, eru ikki skrásett og tí er tey heldur ikki við í tølunum omanfyri.
Tjóðveldi og Sjálvstýri hava lagt uppskotið fram nú oljuprísirnir eru farnir munandi upp og tað rakar fólk við lægri inntøku meint. Samstundis hava tey eisini verri møguleikar at leggja um til varandi orku, ella at útvega sær ein elbil.
Vit hava longu eina skipan við orkuískoyti og tað er 5.000 krónur um árið, men Tjóðveldi og Sjálvstýri skjóta upp at hækka tað upp í 12.000 krónur.
Húski, ið hava eina inntøku ið er lægri enn 350.000 krónur, fáa rætt til orkuískoyti.
Sum støðan er nú, fáa tey, um eiga yvir 50.000 ikki rætt til orkuískoyti, men tey skjóta upp at hækka tað upp á 70.000 krónur fyri húski, har tað eru eitt ella tvey vaksin. Eru trý, ella fleiri vaksin, kunnu tey eiga 90.000 krónur. Men hækkar markið er væntandi, at fleiri lúka treytirnar fyri at fáa ískoyti.