Sunnudagin er 1. novembur og tað er allahalgannadagur tá ið vit minnast tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum, vegna sjúku ella vanlukku.
Í hesum sambandi verða minningarhald kring landið, men tað verður eisini eitt alment minningarhald í Havn, sum umboðar allar Føroyar.
Tað almenna minningarhaldið, sum er til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki á sjónum, verður á Vinnuháskúlanum í Havn seinnapartin sunnudagin klokkan 14. Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.
Á tí almenna minningarhaldinum talar Løgmaður og Heri Joensen, prestur, hevur eina andakt. Síðani leggur Løgmaður krans við minnisvarðan í plantasjuni í Havn.
Í sambandi við minningarhaldið verður eisini gudstænasta í Dómkirkjuni sunnukvøldið klokkan 20, har Meinhard Bjartalíð, prestur, prædikar.
Hetta árið síðani seinasta allahalgannadag, hevur sjólívið kravt eitt mannalív. Tað er Eyðfinn Rólant Johansen úr Miðvági, sum andaðist 14. desembur umborð á partrolaranum, Stelki, 69 ára gamal.
– Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir minnið um Eyðfinn Rólant Johansen, sigur Fólkakirkjan í sambandi við minningarhaldið.
Tey, sum verða nevnd á almenna minningarhaldi teirra sjólátnu, eru skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum, og sum hava latið lív í yrki sínum á sjónum, antin av sjúku ella av vanlukku.
Tað er ein nevnd við umboðnum fyri Manningarfeløgini, Reiðarafelagið, Vørn, Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna, Sjómansmissiónina og Fólkakirkjuna, ið tekur støðu til, hvørji verða nevnd á tí almenna minningarhaldinum allahalgannadag.
Hinvegin er øðrvísi minningarhaldunum kring landið tí tey taka støði lokalsamfelagnum.