Ongi úrslit

Møguleiki fyri at taka IQ-roynd í Føroyum í summar

Til ber at fáa kannað skilvitið

Mensa Danmark
4 tímar síðan

Mensa er altjóða áhugafeløg fyri fólk við skilvitið í teimum hægsta 2 % í samfelaganum.
Í summar verður tað møguleiki fyri at taka eina IQ- roynd fyriskipa av Mensa Danmark.

Mensa er sum nevnt áhugafeløg fyri fólk við høgum skilvitið, og í skrivandi løtu eru tað umleið 2200 fólk í kongaríkinum, ið eru limir í Mensa Danmark.
Útfrá teimum tveimum procentum, kunnu tað vera umleið 1000-1200 í Føroyum við høgum skilvitið. 

Endamálið við áhugafelaganum Mensa, er at skipa eitt sosialt felag fyri fólk við høgum skilvitið, somuleiðis at menna tilvitið um høgt skilvitið í samfelaganum, og menna gransking innan skilvitið.

Mensa er hugsjónarliga óheft og fyriheldur seg einans til spurningar um skilvitið og tess týðning fyri samfelagsborgarar, og møguligar avbjóðingar viðvíkjandi skilvitið.

Fyri meiri kunning um Mensa og nær IQ-roynd í Føroyum verður hildin, er møguligt at vitja heimasíðuna hjá Mensa.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56