Ongi úrslit

Møguleiki til føroyskar granskarar: Søk pening áðrenn 2. september

Sjúrður Skaale saman við donsku útbúgvingar- og granskingarmálaráðfrúnni, Christinu Egelund, í fjør.
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
1 tími síðan

 Ætlar tú at granska í onkrum, ið viðkemur Føroyum í breiðastu merking? So ber til at søkja um granskingarpengar úr Danmark. Freistin er 2. september.

 Í sonevndu forskningsreservuni eru 46,5 milliónir oyramerktar til puljuna “Arktisk forskning” hjá Danmarks Frie Forskningsfond.

Puljan er ætlað gransking um Arktis í breiðastu merking, og her kunnu fleiri evni vera viðkomandi fyri føroyska gransking. Puljan fevnir tó ikki bara um gransking í Arktis, men eisini um gransking í søguligum, mentanarligum og sosialum viðurskiftum í Føroyum.

At puljan eisini kann nýtast til ávísa gransking um Føroyar kom í lag, eftir at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, tók málið upp við donsku stjórnina.

Upprunaliga var endamálið at seta 3 milliónir av á donsku fíggjarlógini til gransking av søguni um teir føroyingar, ið vórðu sendir til Rødbygård. Tá tað ikki eydnaðist, varð í staðin avgjørt at broyta viðtøkurnar fyri puljuna “Arktisk forskning” í 2024.

Broytingin merkir, at stuðul nú eisini kann latast til gransking í søguligum og sosialum viðurskiftum í Føroyum – eitt nú um føroyingarnar á Rødbygård, men eisini um onnur viðkomandi evni.

 Umframt puljuna “Arktisk forskning” finst puljan “Forskning i rigsfællesskabet”, sum eisini kann vera viðkomandi fyri verkætlanir, ið snúgva seg um viðurskifti í ríkisfelagsskapinum.

 Freistin at søkja um stuðul úr báðum puljunum er 2. september 2026 klokkan 11:00.

 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi vil tí minna á hendan møguleikan í góðari tíð, soleiðis at føroyskir granskarar kunnu fyrireika møguligar umsóknir. 

 Granskarar, sum eru knýttir at einum universiteti í ríkisfelagsskapinum – til dømis Fróðskaparsetri Føroya – kunnu søkja um stuðul. Til ber eisini at skipa verkætlanina sum eitt samstarv millum fleiri partar og fleiri universitet. 

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Danmarks Frie Forskningsfond: https://dff.dk/vil-du-ansoege/se-hvad-du-kan-soege/aktuelle-soegemuligheder/

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15