Tað verður nummar 74 ímóti nummar 123 á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA, Georgia ímóti Føroyum, sum møtast í tveimum røkkstøkkdystum síðst í mars komandi ár.
Georgia skal royna at varðveita sætið í deild B, meðan Føroyar fyri fyrstu ferð skal royna at vinna sær rættin um eitt pláss í næst ovastu deildini í UEFA Nations League.
Føroyar hava heimavøll í fyrra dystinum, sum verður á Tórsvølli leygardagin 27. mars klokkan 14:00, meðan útidysturin verður týsdagin 30. mars klokkan 17:00.
Manslandsliðið hevur tríggjar ferðir áður møtt Georgia. Í undankappingini til EM 2008 vann Georgia 6-0 á Svangaskarði og 3-1 á heimavølli. Triðji dysturin var í venjingardysti í juni í fjør, sum georgiar vunnu 1-0.