Mynd av undirgrundini undir Føroyum

Herfyri varð greinin “Discovery of two sub-volcanic Basins below the North Atlantic Igneous Province (NAIP), Faroe Platform, NE Atlantic Ocean” kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum “Tectonics”

Sigurjón Einarsson
7. mai 2021 kl. 14:30

Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, hevur skrivað greinina saman við Martyn S. Stoker frá University of Adelaide og Morten S. Riishuus og Óluvu R. Eidesgaard frá Jarðfeingi.

Granskarnir siga soleðis um greinina:

”Føroyska økið er hyljað av basalti, og vit vita lítið um, hvat er undir basaltinum. Higartil hevur eingin boring megnað at borað ígjøgnum basaltið í føroyskum øki. Í greinini verður roynt við dátum, sum eru til taks í økinum, at geva eina mynd av undirgrundini undir Føroyum.

Dáturnar vísa, at tað er sannlíkt at tvær lægdir við legugrýti eru undir basaltinum í Føroyum – ein undir Suðuroynni og ein undir norðara parti av Føroyum – har serliga vestari parturin undir Vágum og Mykinesi er eyðsýndur. Lægdirnar eru uml. 8-10 km djúpar við upp í 5 km av legugrýti undir basaltinum. Í sambandi við oljuleiting hava slíkar lægdir serligan áhuga, tí her er møguligt at finna gott goymslugrýti og móðurgrýti, har kolvetni stavar frá.

Vit hava givið lægdunum navn eftir søguligum kvinnum, sum siðvenja er í føroyska økinum. Lægdin undir Suðuroynni hevur fingið navnið Kerstin-lægdin eftir Kerstin von Post (1835-1917), sum hevði kola- og koparloyvi á Trongisvági í eini 20 ár frá 1875 til 1895. Lægdin í norðara parti av Føroyum eitur Beinta-lægdin eftir Beintu Broberg, vanliga nevnd “Illa Beinta” (umleið 1667-1752), sum meginpartin av lívi sínum búleikaðist í Vágum.

Ætlanin við hesi grein er at lýsa fyrsta stigið á leiðini at fyrireika eina djúpa landboring í Føroyum og vónandi koma niður um basaltið. Seinasta og einasta djúpa boring á landi í Føroyum er Lopra-boringin, sum varð borað av Føroya landsstýri í 1981 niður á uml. 2.500 metra dýpi. Boringin varð dýpd í 1996 niður á umleið 3.500 metrar av 25 oljufeløgum, sum vóru áhugað í at vita, hvat fjaldi seg undir basaltinum, men sum sagt, eydnast hetta ikki. Við hesi greinini hava vit eina meira greiða ábending um, hvat borað verður ígjøgnum, og hvar best er at bora fyri at røkka teimum málum, sum sett verða.”

Ein enskur samandráttur av greinini sæst her. Tey, sum hava E-feingi hald kunnu lesa alla greinina. 

Kelda: Granskingarráðið