Ongi úrslit

Myndir: Nýggir el-bilar skulu heinta húsarhaldsruskið í Havn

Frá 1. oktober verður húsarhaldsruskið í Tórshavnar kommunu heintað við nýggjum el-ruskbilum. Í dag varð hetta hátíðarhildið á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla.

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Seinnapartin í dag var hátíðarhald á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla í sambandi við, at Landleiðin nú fer undir at heinta húsarhaldsrusk við nýggjum el-bilum.

Nýggju bilarnir verða tiknir í nýtslu 1. oktober og eru sostatt eitt nýtt stig í innsavningini av húsarhaldsruski í kommununi.

Tiltakið byrjaði klokkan 14 í fyrisitingarbygninginum hjá Kommunalu Brennistøðini, har Marius Müller, umhvørvisleiðari, beyð teimum møttu vælkomnum.

Eisini vóru røður á skránni. Millum teirra, sum vóru við til hátíðarhaldið, vóru Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Kristianna W. Poulsen, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini.

Kaffi og køka varð bjóðað teimum møttu, áðrenn farið varð út at síggja nýggju innsavningarbilararnar.

Nýggju bilarnir eru merktir við boðskapinum „Nýt vit og skil – 100% EL“, og á síðuni sæst eisini heimasíðan hjá Kommunalu Brennistøðini.

Fleiri av nýggju el-bilunum vóru settir upp á rað uttanfyri Brennistøðina í sambandi við hátíðarhaldið, har eisini varð høvi at taka myndir av nýggja bilaflotanum.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31