Nú kunnu fjararbeiðarar, talgildir nomadar og onnur, sum kunnu taka arbeiðið við sær, aftur søkja um Arctic Digital Nomads. Umsóknin lat upp mánakvøldið, og Vágur er aftur millum støðini í verkætlanini.
Áhugin hevur verið stórur. Í fjør komu nærum 15.000 umsóknir, og hetta er triðja árið, at stuðulsmøguleikin verður royndur.
Vágur við saman við Noregi og Íslandi
Í ár eru Vágur í Føroyum, Geirangerfjørður í Noregi og Þingeyri í Íslandi við í Arctic Digital Nomads.
Endamálið er at geva fólki, sum kunnu taka arbeiðið við sær, møguleika at búgva og arbeiða í smærri norðurlendskum samfeløgum í eina tíð. Samstundis fáa tey innlit í gerandisdagin og gerast partur av lokalsamfelagnum.
Góðar royndir í Vági
Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari, sigur, at royndirnar við Arctic Digital Nomads í Vági hava verið góðar.
– Fjararbeiðararnir hava búð og arbeitt í Vági í eitt tíðarskeið og hava samstundis fingið innlit í lokalsamfelagið og gerandisdagin í Vági, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at vágbingar hava fingið gleði av teimum vitjandi, sum hava bjóðað fram sínar førleikar og royndir aðrastaðni frá.
Verkætlanin verður stuðlað av Vágs Kommunu, Blábankinn á Þingeyri, Stiftinga Geirangerfjorden Verdsarv/Norsk Fjordsenter og NORA – Norrønt Atlantssamstarv.