Ongi úrslit

Nærum hálv milliard afturat: Skip, akfør og maskinur seta ferð á innflutningin

Innflutningurin vaks 11,7 prosent eftir einum ári. Serliga maskinur, skip, akfør og matvørur trýsta samlaða virðið upp.

© Hagstova Føroya.
Edmund Jacobsen
11 tímar síðan

Føroyar innfluttu vørur fyri góðar 11,4 milliardir krónur frá mai 2025 til apríl 2026. Tað eru knappar 1,2 milliardir krónur meira enn undanfarna uppgerðarár.

Nærum hálv milliard afturat

Størsti vøksturin var í innflutninginum av maskinum, motorum, skipum og akførum. Virðið vaks 484,9 milliónir krónur, ella 19,8 prosent, og kom upp í 2,93 milliardir krónur.

Innflutningurin av matvørum og livandi djórum vaks samstundis 370,1 milliónir krónur, ella 16,3 prosent. Serliga nógv vaks innflutningurin av fiski og fiskavørum.

ES og Norðuramerika toga upp

Innflutningurin úr ES vaks 490,9 milliónir krónur, tá ið skip og flogfør ikki verða tald við. Vøksturin kemst serliga av størri innflutningi av oljuúrdráttum og akførum.

Úr Norðuramerika vaks innflutningurin 326,9 milliónir krónur. Sambært Hagstovu Føroya var talan fyri tað mesta um fisk úr Grønlandi.

Einasti høvuðsbólkurin við afturgongd var ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

Í gjár kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41