Ongi úrslit

Náttúruperla í Skálafirði: Fær nærum eina millión í norðurlendskum stuðli

Runavíkar kommuna hevur fingið 975.000 krónur í stuðli frá Nordisk Ministerråd til at menna og verja náttúruøkið í ósanum í Skálafirði.

Edmund Jacobsen
3. juni kl. 06:00

Stuðulin skal brúkast til eina nýggja verkætlan, sum skal tryggja betri javnvág millum náttúruvernd og vaksandi ferðslu í økinum.

Stuðulin er latin undir skipanini Local Synergy Projects í norðurlendsku náttúruskránni fyri 2026–2027. 

Verkætlanin hevur fingið navnið „Náttúruperlan í Skálafirði“ og byggir á arbeiði, sum byrjaði við einum ástaðarfundi í 2024.

Fuglalív undir trýsti

Ósin í Skálafirði verður lýstur sum eitt serstakt øki við ríkum fuglalívi. Her halda bæði flytifuglar, vetrargestir og staðbundnir fuglar til, samstundis sum økið verður nógv brúkt til útivist og upplivingar.

Sambært Runavíkar kommunu er ferðslan í økinum vaksin nógv seinastu árini. Tað hevur skapt avbjóðingar fyri fuglalívið og varpað ljós á tørvin á verndartiltøkum.

Samstarv um vernd og menning

Kommunan ætlar nú at arbeiða saman við borgarum, hagastýri og serfrøðingum innan fugla- og plantulív fyri at menna og verja økið. Málið er at varðveita eitt av virðismestu náttúruøkjunum í kommununi og samstundis tryggja, at fólk framhaldandi kunnu nýta økið.

Verkætlanin varð fyrst løgd fram fyri borgarum og hagastýrinum í 2024 og fekk síðani undirtøku bæði í tøkni- og umhvørvisnevndini og í býráðnum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14