Ongi úrslit

Netflix endurskapar røddina hjá Gene Wilder við vitlíki

Gene Wilder sum Willy Wonka
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Nògv minnast kanska filmin frá 1971. Onnur minnast kanska heldur tann nýggjara við Johnny Dep, sum var gjørdur í 2005.

Netflix hevur nú kunngjørt, at stroymingartænastan hevur endurskapað røddina hjá Gene Wilder sála úr upprunaliga filminum.

Hetta bleiv gjørt við hjálp frá vitlíki til nýggju veruleika-sendingina Wonka’s The Golden Ticket. (Wonka'sa gylta atgongumerki)

Gene Wilder, sum spældi Willy Wonka í klassiskarinum Willy Wonka and the Chocolate Factory (Willy Wonka og sjokulátufabrikkin) frá 1971, doyði í 2016, 83 ára gamal.

Endurskapaða rødd hansara verður nýtt í røðini við fullum stuðli frá búnum eftir hann.

Røðin fylgir 12 vinnarum av gyltum atgongumerkjum, sum kappast í einari Wonka-sjokulátufabrikk, í avbjóðingum, ið eru íblástar av søgunum hjá Roald Dahl.

Kunngerðin um hesa seriuna, hevur samstundis elvt til kjak um vaksandi nýtsluna av vitlíki í undirhaldsvinnuni.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15