Tórshavnar býráð samtykti fyrr í summar eitt uppskot um at broyta ásetingarnar fyri sonevnd E-neystaøki í almennu byggisamtyktini. E-neystaøkini skulu framyvir býtast í umráðispartarnar E1 og E2, sum fáa hvør síni endamál og treytir.
Frítíðarhús kunnu loyvast í E1
E1 verður ætlað neystabygging og smábáta-, frítíðar- og ítróttavirksemi, sum hevur við sjógvin at gera. Ein partur av neystinum kann innrættast til frítíðarhús.
Treytin er, at tað framvegis skal bera til at hava bát í neystinum. Innrættingin til frítíðarhús má ikki vera á niðastu hædd, og rýmingarmøguleikarnir skulu lúka galdandi krøv.
Byggivaldið kann eisini geva serloyvi til handlar og smærri vinnuvirki, sum natúrliga hoyra økinum til, um virksemið ikki er til ampa ella spillir dámin á neystaøkinum.
E2 fær rúmari vinnumøguleikar
E2 verður ætlað smábáta-, vinnu-, frítíðar- og ítróttavirksemi, sum hevur samband við sjógvin. Har kann eisini vera tænastuvirksemi, sum er knýtt at hesum virkseminum.
Virkini í E2 skulu kunna flokkast í umhvørvisflokki 1–4. Í E1 er markið umhvørvisflokkur 1–2. Í báðum økjum skal bygging staðsetast soleiðis, at almenningurin hevur trygga atgongd fram við sjóvarmálanum.
Mótmæli og broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 21. august 2026.