Ben Arabo, løgtingsmaður, hevur sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, tríggjar ítøkiligar spurningar um nikotinvesku til e-sigarettir og ta ógreiðu rættarstøðu, sum sambært honum nú rakar føroyskar brúkarar.
Kjarnin í málinum er, at TAKS sambært viðmerkingunum til fyrispurningin hevur boðað frá, at føroyingar ikki longur kunnu innflyta nikotinvesku til e-sigarettir, tí vøran verður mett sum heilivágur. Tað er eisini galdandi, tá hon ikki er ætlað til roykisteðg ella viðgerð.
Ógreitt, hvat vøran er
Ben Arabo spyr, hvør løgfrøðiliga grundgevingin er fyri, at nikotinveska til e-sigarettir ikki verður mett sum tubbaksvøra ella líknandi nikotinvøra eftir galdandi lóggávu.
Hann spyr eisini, um landsstýriskvinnan metir, at nikotinveska, sum ikki er ætlað til roykisteðg ella viðgerð, fellur undir heilivágshugtakið í løgtingslógini um heilivág.
Vil hava politiska greiðu
Sambært Ben Arabo eigur ein so munandi avmarking av atgongdini til eina nógv brúkt vøru at byggja á eina greiða politiska avgerð og eina opna viðgerð.
Hann vísir á, at nógv fyrrverandi roykjarar nýta e-sigarettir sum alternativ til vanligar sigarettir, hóast tær ikki eru uttan heilsuvanda. Ben Arabo vísir eisini á, at e-sigarettir vanliga verða mettar at vera minni heilsuskaðiligar enn sigarettir.