Ongi úrslit

NOAA væntar eina minni virkna ódnar-sesong í Atlantshavinum í 2026

Jóhanna Højgaard
9. juni kl. 18:00

Veðurfrøðingar hjá NOAA vænta, at ódnar-sesongin í Atlantshavinum í 2026 verður minni virkin enn vanligt.

NOAA stendur fyri National Oceanic and Atmospheric Administration

Sambært metingini er 55% sannlíkindi fyri einum undir miðal virknu sesongi, 35% fyri einari vanligari sesong og 10% fyri einum yvir miðal virkna sesong.

NOAA væntar umleið átta til 14 navngivnar stormar, harav tríggir til seks kunnu mennast til ódnir, og ein til tríggir kunnu gerast til stórar ódnir.

Embætisfólk hjá NOAA siga, at nýggj tøkni, eitt nú vitIíkis-grundað veðurmodellir, dronur og nýggjar fylgisveinamyndir, fara at gera veðurforsagnir og ávaringar enn neyvari.

Ódnarsesongin í Atlantshavinum varir frá 1. juni til 30. november.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

17 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

14 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

Í gjár kl. 08:05