Hetta síðsta samdøgurið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni. Norðfestivalur var á Viðareiði, men har var alt eftir bókini.
Men sum heild sigur løgreglan, at nógv fólk hevur verið í býnum ymsastaðni, so løgreglan havt nakað at gera við at koyra fólk, sum vóru so drukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi, til hús.
Men tann eini var so fullur, at viðkomandi varð tikin á løgreglustøðina og lagdur í eina brummu at sova rúsin av sær í nakrar tímar, áðrenn hann varð sleptur út aftur fyrr í morgun.