Ongi úrslit

Nógvir bilførar fingu bót og klipp - og fleiri koyrdu alt ov skjótt

Áki Bertholdsen
3. oktober kl. 09:27

Løgreglan var rættiliga úti um seg í ferðsluni í gjár - og tey vóru eisini víða um.

Tað mundi vera tiltrongt, tí fleiri bilførarar vórðu tiknir og fingu bót, og fleiri av teimum fingu eisini klipp í koyrikortið.

Í gjáramorgunin var løgreglan við skúlan í Fuglafjørði um ta tíðina børnini vórðu koyrd í skúla og har fingu tríggir bilførar bót og klipp í koyrikortið tí teir høvdu børn í bilinum uttan at syrgja fyri at tey sótu í trygdarbelti ella á barnasetri

Í Runavík fenn ein bilføri bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdu 72 á einum strekki har tað annars bara var loyvt at koyra 50.

Í Sundalagnum fekk ein somuleiðis bót og klipp fyri at koyra 75 á einum strekki har tað var loyvt at koyra 60. Koyrdi hann ein kilometur afturat, reyk koyrikortið.

Í Leirvík og har um vegir vorðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 116 og 119 á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80 - og eftir bókini missa teir koyrikortið fyri tað.

Ein koyrdi beint undir 100 og tað fekk hann bót fyri - men slapp akkurát undan at fáa klipp í koyrikortið. Har fekk eisini ein bilførari bót og klipp í koyrikortið fyri at yvirhála á einum strekki har tað ikki var loyvt. Ein annar koyrdi 100 og tað fekk hann bót fyri, men hann slapp akkurát undan at fáa klipp.

Og í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra 107 har tað er loyvt at koyra 80, so tað fær hann bæði bót og klipp í koyrikortið fyri

Harumframt fingu nakrir bilførar eisini bót fyri at koyra við uppslitnum dekkum, og fyri onnur, teknisk lógarbrot.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55