Sunnvá Dahl Høgfeldt er vald til varaforseta í Norðurlandaráðnum á ársfundinum, sum í hesum døgum verður hildin í Helsinki.
Grønland røkir varaforsetasessin fyrru helvt av 2027, meðan Sunnvá tekur við í seinnu helvt av árinum.
Sunnvá ætlar serliga at leggja dent á arbeiðið fyri sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum.
– Arbeiðið við at broyta Helsingforsavtaluna er avgerandi fyri, um Føroyar skulu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, sigur hon.
Hon ætlar at halda fram við arbeiðinum hjá undanfólkunum og stríðast fyri fullgildigum limaskapi.
Sambandsflokkurin fegnast um valið og leggur dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at Føroyar hava eina sterka rødd í Norðurlandaráðnum.
Flokkurin sigur seg stuðla Sunnvá fult út í nýggja sessinum.