Næmingar og lærarar á Miðnámi á Kambsdali hava seinasta árið verið við í einum stórum norðurlendskum skúlasamstarvi um sosiala burðardygd.
Nord Plus-verkætlanin varð skipað saman við Verzlunarskúla Íslands í Reykjavík og Tietgen Handilsskúlanum í Odense.
Sjóneykan varð sett á sjálvboðið arbeiði í millum annað ítróttarfeløgum, bjargingarfeløgum, kirkjum og vælgerandi felagsskapum. Sambært tilfarinum kann sjálvboðið arbeiði í einum føroyskum ítróttarfelagi hava eitt virði á 15–20 milliónir krónur um árið.
Tríggjar vitjanir í trimum londum
Yvir 50 næmingar hittust í Føroyum á vári 2025. Í september sama ár fóru 16 næmingar úr flokkinum N23X til Odense. Í januar 2026 vitjaðu 16 næmingar úr B24D í Reykjavík.
Næmingarnir búðu hjá vertsfamiljum, gingu í skúla saman við vertsnæmingunum og upplivdu mentanina og samfelagið innanífrá. Tey gjørdu eisini stuttfilmar um, hvat tey fingu burtur úr samstarvinum.
Les meira og sí fleiri myndir á heimasíðuni hjá Miðnámi á Kambsdali.