Ongi úrslit

Norðurlendsku stjórnarleiðararnir umrøða styrkt verjusamstarv

Umrøða millum annað hvussu børn og ung kunnu verjast á netinum.

© Statsministeriet//Frederikke Rørvang Mikkelsen
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Mette Frederiksen og Beinir Johannesen løgmaður eru vertir, tá ið teirra norðurlendsku starvsfelagar vitja Danmark hósdagin 20. august til norðurlendskan summarfund.

Stats- og stjórnarleiðararnir hittast fyrst á Høvelte kasernu og síðani á Marienborg fyri millum annað at umrøða eitt tættari verjusamstarv í Norðurlondum og, hvussu vit verja børn og ung á netinum.

-Heimurin er vorðin meira ótryggur. Russland heldur fram við sínum fullskalaða innrásarstríði í Ukraina, nú á fimta ári, og roynir okkara fríu og opnu demokratisku samfeløg.

Samstundis hava Grønland og Kongaríkið verið undir stórum trýsti. Tað er á slíkum tíðum, at tættu norðurlendsku samstørvini við fullum týðningi vísa sítt stóra virði og styrki.

Tí gleði eg meg nógv til at hitta hinar sjey norðurlendsku starvsfelagarnar mínar,sigur forsætisráðharrin Mette Frederiksen og heldur fram:

-Vit skulu fyrst og fremst umrøða, hvussu vit styrkja samstarvið um hernaðarliga uppbygging og økja okkara felags fráhald, millum annað við at gagnnýta nýggjastu vitanina frá stríðnum í Ukraina.

-Harumframt skulu vit umrøða, hvussu vit kunnu verja børn og ung betur á netinum, og halda fram við umrøðunum um fulla og javnbjóðis luttøku hjá Føroyum og Grønlandi í norðurlendska samstarvinum.

-Føroyar fara enn einaferð at seta ynskið um javnbjóðis og fulla limaskap í norðurlendska samstarvinum á dagsskránna. Tað er týdningarmiklari enn nakrantíð at standa saman, og tí síggja vit fram til ein konstruktivan dialog við okkara norðurlendsku vinir.

Umframt forsætisráðharran og løgmannin luttaka finski forsætisráðharrin Petteri Orpo, formaðurin í Naalakkersuisut Jens-Frederik Nielsen, íslendski forsætisráðharrin Kristrún Frostadóttir, norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre, svenski forsætisráðharrin Ulf Kristersson og landsstýrisforkvinnan á Álandi, Katrin Sjögren.

Aðalskrivarin í Norðurlendska ráðharraráðnum, Karen Ellemann, luttekur í pørtum av skránni.

Summarfundurin byrjar við eini vitjan á Høvelte kasernu, har víst verður fram nútímans hernaðarlig útgerð og førleikar. Danski verjuforset­in verður eisini til staðar.

Síðani fara stats- og stjórnarleiðararnir á Marienborg, har teir millum annað skulu umrøða leiklutin hjá Norðurlondum í verandi geopolitisku veruleika.

Harumframt fer sosialpsykologurin og rithøvundurin Jonathan Haidt frá New York University Stern School of Business at halda eitt íblástursfyrilestur, sum verður grundarlag undir eini umrøðu millum norðurlendsku leiðararnar um, hvussu børn og ung kunnu verjast á netinum.

Hesum boðar Statsministeriet frá í tíðindaskrivi í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

9 tímar síðan

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03