Ongi úrslit

Norðurlond: Nýtt samstarv skal tryggja matvørur í krepputíðum

Norðurlendskir ráðharrar hava samtykt at seta á stovn nýtt samstarv um matvøruveitingartrygd. Føroyar vóru vertir fyri fundinum.

Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Norðurlond taka nú eitt nýtt stig fyri at styrkja matvøruveitingartrygdina í økinum. Á fundi í Føroyum samtyktu ráðharrarnir at seta á stovn eitt norðurlendskt samstarv millum matvørumyndugleikarnar í londunum.

Fundurin varð hildin 9. og 10. juni í sambandi við formansskapin hjá Føroyum og Danmark í Norðurlendska ráðharraráðnum. Bárður á Steig Nielsen og Jacob Vestergaard leiddu fundin.

Havið í miðdeplinum

Havið var reyði tráðurin á fundinum. Ráðharrarnir umrøddu felags avbjóðingar og møguleikar innan matvøruframleiðslu, tilbúgving, veitingartrygd og burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi. Londini vóru samd um, at tætt samstarv er neyðugt í eini tíð við vaksandi óvissu.

Føroyar lyftu tvey týdningarmikil mál

Stjórin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Bárður Enni, legði fram føroyskar royndir við tilbúgving á matvøruøkinum. Samstundis greiddi Havstovan frá kanningum av havstreymunum í Atlantshavinum, AMOC, og hvussu broytingar kunnu ávirka fiskastovnar, veðurlag og samfeløg.

Bárður á Steig Nielsen nýtti eisini høvið at minna hini londini á føroyska ynskið um fullan limaskap í Norðurlendska ráðharraráðnum og heitti á tey um at stuðla Føroyum í arbeiðinum við at dagføra Helsingforssáttmálan.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

Í gjár kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

10 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

14 tímar síðan

Fleiri túrar um Nólsoyarfjørð

Í gjár kl. 21:12

Hálvvaksnir dreingir stjólu fleiri fløskur

6. juni kl. 09:23