Ongi úrslit

Norðurlond styrkja samstarvið um tilbúgving

Endamálið er at styrkja handfaringina av felags avbjóðingum, fremja vitanardeiling og fáa fleiri geirar við í eitt meira skipað og tvørgangandi samstarv á norðurlendskum stigi

© Myndir: Leit.fo/Finnur Justinussen
ufmr.fo
2 tímar síðan

Samstarvið millum Norðurlond um samfelagstrygd og tilbúgving skal savnast tvørtur um Norðurlond og styrkjast munandi. Tað hava norðurlendsku samstarvsráðharrarnir samtykt á fundi í Norðurlendska Ráðharraráðnum í Føroyum.

Avgerðin er grundað á eitt stórt og støðugt norðurlendskt arbeiði á økinum, sum í dag er býtt á fleiri ymisk átøk. Við avgerðini verður lagt upp til at menna eina skrá, sum kann skapa ein meira samanhangandi og strategiskan karm fyri samstarvið um samfelagstrygd og tilbúgving.

 Ráðharrarnir mæla til, at ein nevnd verður sett á stovn og skipað við umboðum úr Norðurlondunum. Endamálið er at styrkja handfaringina av felags avbjóðingum, fremja vitanardeiling og fáa fleiri geirar við í eitt meira skipað og tvørgangandi samstarv á norðurlendskum stigi. Ráðharrarnir hava givið skrivstovuni hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum heimild at menna nýggju skránna um tilbúgving.

 Harumframt hittust ráðharrarnir við Markaforðingarráðnum og umrøddu fleiri mál, sum hava stóran týdning fyri frælsa flytførið í Norðurlondum. Tey umrøddu millum annað raðfestingarnar hjá Markaforðingarráðnum innan talgilding og atgongd til talgildar tænastur, samstarvið um landsfólkayvirlit, skattaviðurskifti, ið viðvíkja markaforðingum, pensjónir í tvørtjóðaligum høpi, frælsa flytførið í krepputíðum og hagtøl fyri markaøkið.

Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02