Norska Stortinget hevur í dag einmalt samtykt førleikan hjá Prinsessu Ingrid Alexandru, at standa á odda fyri Norra.
Stortinget fer tí at broyta grundlógina, soleiðis at Ingrid Alexandra prinsessa kann virka sum regentur, um kongurin og krúnprinsurin eru fráverandi.
Hetta fer at gera, at prinsessan kan standa á odda fyri einum landsstýri, tá støðan krevur tað. Tað vísir eitt tilmæli frá eftirlits- og stjórnarskipanarnevndini.
Núverandi leisturin er tann, at um bæði kongurin og krúnprinsurin ikki eru tøkir, virkar stjórnin sum ríkisleiðari.