Ongi úrslit

Norrøna seinkað hálvtannað samdøgur

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað hevur verið illveður í Norðuratlantshavi seinastu dagarnar, og tað hevur ávirkað siglingina hjá Norrønu nógv.

Norrøna fór úr Hirtshals eftir døgurða í gjár, men hon fór ikki so langt, tí hon legði seg undir Noreg at kroka. Har hevur hin ligið líka síðani, men nú er kósin so sett ímóti Føroyum.

Men tað merkir, at hon verður hálvtannað samdøgur seinkað, tí av røttum skuldu hon verið í Havnini í morgin ári, men nú verður hon ikki í Havnini fyrr enn út ímóti midnátt mikukvøldið.

Men tað merkir so aftur, at túrurin til Íslands verður eisini nógv seinkaður, men eftir ferðaætlanini skuldi hon verið liggjandi á Seyðisfjørði til hóskvøldið, so tá kemur rættlag aftur á siglingina.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

Í gjár kl. 04:11

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40